Summarfrítið í dagrøktini – Summarið 2018

Eins og undanfarin ár, er dagrøktin ikki ein partur av summaransingini, sum verður skipað millum hinar dagstovnarnar. Um tørvur er á summaransing, verður skipað fyri summaransing í Spælistovuni. Les meira um hetta, við at opna greinina.

Nýggja foreldraráði skipa seg

Á foreldraráðsfundinum 1. Februar 2018 skipaði foreldraráðið seg soleiðis:

Formaður: Tummas Joensen
Skrivari Rannvá Isakesn
Ráðslimur: Anna Simonsen
  Eyðna Festirstein
  Peturbjørg Olsen
Eyka: Kristina Ryan
  Bárður Heinesen
Leiðarin: Sanna Brandal/Vivian Bjartalíð

Foreldraráðið hevur fýra fundir um árið.
Felags foreldrafundur, ið leiðarin innkallar til, verður hildin á heysti einaferð um árið.

Foreldrafundur

Foreldrafundur fyri foreldur at børnum, ið ganga í dagrøkt verður í Spælistovuni mikukvøldið 8. november 2017 kl. 18.30 – 19.30
Vígdis Skorheim frá Námsfrøðuligu ráðgevingini, fer at leggja fram um “Tilfeingi við ymiskum relatiónum”.
• Frásøgn frá dagrøktarleiðaranum um farna árið
• Frásøgn frá foreldraráðnum
• Val av nýggjum limum til foreldraráðið
Ynskiligt er, at øll børn verða umboðað til foreldrafundin.

Stongt millum jól og nýggjár

Eins og undanfarin ár, hevur kommunan avgjørt at teir komunalu dagstovnarnir hava stongt ímillum jól og nýggjár. Sostatt er stongt 27.,28., 0g 29. desember. Opið verður aftur 2. januar 2018.

Ráðleggingardagur

Vegna ráðleggingardag er dagrøktarskipanin stongd fríggjadagin 6. oktober 2017. 

Klaksvíkar býráð hevur samtykt, at allir barnaansingarstovnar í kommununi kunnu brúka ein dag um árið til ráðlegging. Tað er upp til hvønn einstakan stovn at velja dagin. Endamálið við ráðleggingardegnum er, at menna um førleikarar hjá starvsfólki/stovni við t.d. skeiðsvirksemi. Tí eru øll starvsfólk í dagrøktarskipanini til “arbeiðis” nevnda dag, men tikið verður ikki ímóti børnum.

Evni á ráðleggingardegnum hjá dagrøktini í ár er: "Relatiónir" tað verður Emily Næs, námsfrøðingur og ráðgevi, sum kemur at halda fyrileystur og vera saman við starvsfólkunum á ráleggingardegnum.